Um okkum







Mong eru tilboðini


Mong eru tilboðini av undirhaldi fyri børn, bæði talan er um sjónvarp, teldlar, snildlar og teldur. Men eru tey góð? Uppbyggja tey børnini? Tað børnini møta á skíggjunum, kann hava stórar fylgjur fyri tey nú og seinni í lívinum.


Við hesi stóru ábyrgd sum vaksin, ynskja vit tískil at bjóða nýtt føroyskt jaligt tilfar við góðum boðskapi og góðari góðsku, so børnini kunnu mennast á besta og jaligan hátt.


Í 2016 fingu vit hugskotið, um at skapa nakað heilt nýtt til børnini, sum var væl tiltrongt. Í 2018 komu fyrstu partarnir av Spírum út, og restin av 1. røð í 2019. Hetta var alt gjørt um kvøldar, nætur og vikuskiftir. Síðan kom eitt barn, og eitt aftrat, so tíðin bleiv sera sperd. Tískil arbeiða vit nú fyri, at samla pening inn til eitt hálvtíðararbeiði frá mai av 2021! Hetta gevur møguleika fyri at útgeva eina hálva røð um árið við spildurnýggjum tilfari til øll føroyabørn.


Talan er um nýggjar bíbliusøguteknifilmar við nýggjum sangum, bíbliuvers verða sungin, bíbliuboðskapurin og góð virðir verða løgd fram á kreativan hátt, og so syngja vit eisini eina rúgvu av góðum gomlum og vælumtóktum sunnudagsskúlasangum.



Á talgildan hátt


Á talgildan hátt møta vit børnunum, har tey eru, við góðum moralskum innihaldi, sum bæði ríkar tey visuelt, hoyrliga og innihaldsliga, har børnini hoyra og læra kendu og vælumtóktu bíbliusøgurnar, sum lærir tey um Guds orð og góðan moral. Alt liggur tøkt á netinum fyri øll føroyabørn at hyggja nær sum helst, hvar sum helst.


Fyri at hetta kann gerast møguligt, er tørvur á góðari praktiskari og serliga fíggjarligari hjálp. So vend tær endiliga til okkum, um tú ynskir at stuðla, hevur hugskot ella ynskir at vera við.


VER VIÐ at fáa gleðiboðskapin út til børnini við at stuðla verkætlanini! ????


Kontonummar: 6460-5694991






SÓLFRÍÐ MARIA Í RÓK


T-post: solfridmaria@spirar.fo


Sólfríð Maria í Rók er kvinnan handan Spírar og er í samstarvi við mong mong onnur, sum seta nógva tíð og orku í Spírar ❤


Sólfríð Maria hevur bachelor sum fólkaskúlalærari í tónleiki, og er nú í læru á fimta ári sum miðlatøkningur hjá KVF: - Mær dámar væl at fyrireika og eftirarbeiða tilfar, og havi eitt brennandi ynski, um at møta børnum har tey eru og ríka tey við góðum, kreativum, uppbyggjandi og innihaldsríkum tilfari. Eg hugsi sera nógv um tað námsfrøðiliga, at tað hevur góða góðsku innihaldsliga og tøkniliga, og at borðreiða tilfarið soleiðis, at tað situr eftir hjá børnunum.




Framtíðardreymarnir


Framtíðardreymarnir eru, at heimasíðan spirar.fo verður ein portalur, har børnini kunnu síggja alt tilfarið, og eisini har lærarar, foreldur og sunnudagsskúlalærarar fáa góðan íblástur og tilfar.




Send okkum ein t-post:


Innrita