Stuðul

Powerpoint frá teknifilmunum, sum tit kunnu taka niður og nýta eftir egnum huga.






Mong eru tilboðini av undirhaldi fyri børn, bæði talan er um sjónvarp, teldlar, snildlar og teldur. Men eru tey øll góð? Uppbyggja tey børnini? Tað børnini møta á skíggjunum, kann hava stórar fylgjur fyri tey nú og seinni í lívinum.


Við hesi stóru ábyrgd sum vaksin, ynskja vit tískil at bjóða nýtt føroyskt jaligt tilfar við góðum boðskapi og góðari góðsku, so børnini kunnu mennast á besta og jaligan hátt.


Síðan byrjani av 2016 hava vit yrkt og fyrireikað ein talgildan sunnudagsskúla, endiliga er tøkur á netinum fyri øll føroyabørn. Sum nakað heilt nýtt eru nýggir bíbliusøguteknifilmar gjørdir við nýggjum føroyskum sangum. Á talgildan hátt møta vit børnunum, har tey eru, við góðum moralskum innihaldi, sum bæði ríkar tey visuelt, hoyrliga og innihaldsliga, har børnini hoyra og læra kendu og vælumtóktu bíbliusøgurnar, sum lærir tey um Guds orð og góðan moral.


Fyri at hetta kann gerast møguligt, er tørvur á góðari praktiskari og serliga fíggjarligari hjálp. So vend tær endiliga til okkum, um tú liggur inni við einum sangi, dámar at biksast við tónleik, pynta pallar ella vilt á annan hátt hjálpa okkum við arbeiðnum. Allur íblástur og viðkomandi tilfari er eisini vælkomið til heimasíðuna, sum onnur eisini kunnu fáa gleði av. Og uttan fíggjarligan stuðul, ber als einki til.


VER VIÐ at fáa gleðiboðskapin út til børnini við at stuðla verkætlanini eingangs ella mánaðarliga á kontonummar: 6460-5694991









“Liggur tú inni við einum sangi? Dámar tær at biksast við tónleik? Pynta scenur? Ella vilt tú á annan hátt hjálpa okkum
við arbeiðinum? Ella koma við íblástri? So halt teg ikki aftur at skriva til okkum”
- Kontakta okkum her:
navn
mail
tlf-nummar (ikki krav)
boð
“Tekstur um at mann kann altíð stuðla á kontonummar 6460-5694991”
-Til forsíðuna
Innrita